Hósdagin 7. desember verður almenn móttøka á nýggja Sjóvinnustýrinum á Giljanesi.
Á skránni verða røður og sangframførslur. Húsið verður opið frá klokkan 14 hendan dagin, so møguleiki verður hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Klokkan 15 verða tónleikainnsløg frá børnum í Musikkskúlanum í Vágum á skránni, og klokkan 15.15 fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin.
Síðani fer Høgni K. Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis, - og vinnumálum, at halda røðu. Eftir hann fer stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Jóhannes á Brúgv, at halda røðu, og til seinast fara Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur og Ragnar Zachariasen, stjóri á ZETA arkitektar, at bera fram heilsan. Til hesar røðurnar fer eitt barnakór frá Vága musikkskúla at syngja tveir sangir.
Tað var í 2018, at avgerð varð tikin um at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning í Vágum. Fyrsta flagið varð loyst 30. november 2021, og 20. november í ár var bygningurin handaður Sjóvinnustýrinum.
Búsetur hevur bygt, og Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin, sum er umleið 800 fermetrar til støddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald