Í morgin, hósdagin 27. august, kemur Logos Hope loksins aftur til Føroya.
Roknað verður við, at gamla Norrøna leggur at við Vestaru Bryggju í Havn um 16.30-tíðina, og tá verður almenn móttøka á skránni.
OM Føroyar skrivar, at á almennu móttøkuni verður tónleikur frá Havnar Hornorkestri, Experiment, umframt Magna Christiansen, sum syngur og leiðir felagssang. Røður vera eisini á skánni, og ymiskt verður at fáa hjá børnum og vaksnum:
- Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, og skiparin, Jákup Godtfred, bera fram røðu. Kaffi og smákøkur verða á kaiini, og børnini kunnu fáa ballónir og andlitsmáling og heilsa upp á El-Capitano.
Eftir almennu móttøkuna klippa Elsa Berg og Bárður á Lakjuni snórin og lata Logos
Hope upp fyri almenninginum í Føroyum.
Síðani verður hátíðarløta í Logos Lounge fyri innbodnum gestum.
Almenn móttøka verður eisini í Klaksvík mikudagin 2. september klokkan 16.30, tá Logos Hope leggur at har. Hetta við løgmanni og borgarstjóra.
Logos Hope verður í Føroyum til og við 6. september. Her ber til at síggja øll tiltøkini í sambandi við vitjanina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald