Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri almennari ráðstevnu í Kongshøll næsta fríggjadag, 10. november. Ráðstevnan er frá klokkan 13 til klokkan 16, og snýr hon seg um komandi limaskapin hjá Føroyum í europeiska økinum fyri hægri útbúgving (EHEA).
Endamálið við ráðstevnuni er at seta ítøkilig orð á tað góðskuarbeiðið, sum skal rótfestast, so álitið á føroyskar útbúgvingar innan- og uttanlands altíð hevur gott og gjøgnumskygt grundarlag.
Viðgjørt verður hvussu góðskusamstarvið í Europa er við til at tryggja okkum altjóða góðskustig á hægri útbúgvingum, samstundis sum atlit verða tikin at okkara lokalu frábrigdum.
Á skránni verða føroyskar og útlendskar framløgur, har vit millum annað fara at hoyra um, hvussu aðrar smátjóðir í Europa hava gjørt, og hvat gagn tær hava fingið av sínum limaskapi í europeiska samstarvinum fyri hægri útbúgvingar.
Eisini fara vit at hoyra um leiklutin hjá teimum føroysku lesandi, um politisku raðfestingarnar, og hvussu langt útbúgvingarmyndugleikin og Fróðskaparsetur Føroya eru komin í tilgongdini fram móti fullum limaskapi í EHEA.
Ráðstevnan er fyri øll, sum arbeiða við og hava áhuga fyri at fáa viðurskiftini á útbúgvingarøkinum í Føroyum skipað, so tey eru fult í tráð við altjóða krøv.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald