Uttanlands

Almennar tænastur í Noregi raktar av teldusníkaálopi

Fleiri almennar tænastur hava verið útsettar fyri ógvusligum álopum í seinastuni.

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2026-08-25 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri almennar nettænastur í Noregi, eitt nú MinID, Altinn og E-innsyn hava verið úti fyri ógvusligum teldusníkaálopum í nátt. Tað upplýsir norska Digiteliseringsdirektoratet fyri NRK.

Tí hava nógvur brúkarar í løtuni trupulleikar við at logga seg inn á hesar tænastur.

Hetta er tað triðja og ógvusligasta álopið av hesum slag, sum Digitaliseringstirektoratet hevur upplivað hesar seinastu níggju vikurnar.

- Tað serliga við hesum seinasta álopinum, sum nú hevur herjað í eitt samdøgur, er at tað er tvær til tríggjar ferðir ógvisligari enn tað, vit upplivdu seinast, sigur Are Kvistad talsmaður við NRK.

Hann leggur afturat, at tað kann taka nakað av tíð áðrenn allar skipanirnar koyra aftur, hóast álopið verður støðgað og trupulleikarnir loystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder