Innanlands

Almennaverkið skipar fyri ítróttardegi í Klaksvík í dag

Byrjað varð við morgunmati í Badmintonhøllini, og eftir setanina varð farið í gongd við upphiting og kappingar. Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt, røra seg og knýta samband millum tey luttakandi.

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við sálarligum avgjóðingum og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið (Mynd: klaksvik.fo)

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við sálarligum avgjóðingum og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið (Mynd: klaksvik.fo)

2022-06-08 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagurin byrjaði við felags morgunmati í Klaksvíkar badmintonhøll. Síðani setti Karl Johansen, borgarstjóri dagin, tá ið hann bjóðaði øllum vælkomin til Klaksvíkar og ynskti teimum ein góðan dag.

- Eftir at Karl hevði havt orðið, skipaðu starvsfólk í Almannaverkinum í Klaksvík fyri felags upphiting, áðrenn kappingarnar fóru í gongd. Kappast varð m.a. í fótbólti, boccia og øðrum greinum. Luttakarar hava møguliga at melda seg til tær ítróttargreinar, ið tey hava áhugað í. Eisini fáa luttakararnir vitjan av Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum.

Dagurin endar seinni í dag við borðhaldi og felagssangi, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. 

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við sálarligum avgjóðingum og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið. Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt, røra seg og knýta samband millum tey luttakandi.

[object Object]
[object Object]
Myndir: klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder