Innanlands

Almennir fundir um burðardygga ferðavinnu

Øll skulu fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu verður lagt fyri tingið, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið

2024-02-12 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uttanríkis- og vinnumálaráðið: Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu fær týdning fyri alt Føroya fólk, og tí skulu øll fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram og síðani eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, at reisa atfinningar, ivamál og koma við uppskotum um loysnir og samstarv.

Fundirnir verða á hesum støðum:

  • Týsdagin 13. februar kl. 19:30 í skúlanum á Giljanesi
  • Mikudagin 14. februar kl. 19:30 í auluni í Finsen í Havn
  • Hósdagin 15. februar kl. 15:30 í skúlanum í Skúvoy
  • Hósdagin 15. februar kl. 19:30 í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík
  • Fríggjadagin 16. februar kl. 19:30 í avhaldshúsinum í Mikladali
  • Mánadagin 19. februar kl. 19:30 í miðnámsskúlanum í Hovi
  • Týsdagin 20. februar kl. 19:30 í skúlanum við Streymin
  • Mikudagin 21. februar kl. 19:30 í Skálanum í Klaksvík

Uppskotið er til almenna hoyring. Øll eru vælkomin at senda ráðnum viðmerkingar innan 22. februar 2024 kl. 15:00. til [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder