
Í morgin, hósdagin 21. oktober frá klokkan 9.30 til 11 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya saman við Visit Faroe Islands til fyrilestrar um endurskapandi "regenerativa" ferðavinnu.
Tað verður í hølunum á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.
Á skránni eru fýra fyrilestrar, og at enda verður eisini høvi at tosa meira ítøkiliga við fyrilestrarhaldararnar og seta spurningar, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.
Skráin:
• Anna Pollock, granskari, fyrilestrarhaldari og strategiskur ráðgevi í ’regenerativari’ ferðavinnu hevur yvirskipaða framløgu um, hvussu vit kunnu tryggja, at ferðavinnan er ‘regenerative’, tvs. góð fyri fólk, bæði tey, sum búgva í ferðamálinum, fyri tey ferðandi, náttúruna, vinnuna, osfr.
• Dennis Holm, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini, heldur framløgu við heitinum: "From fisheries economy to the experience economy - the case of Vágur, Faroe Islands".
• Zita Cobb, stjóri í Shorefast á oynni Fogo í Nýfundlandi, arbeiðir við búskaparliga og mentanarliga burðadyggum loysnum fyri Fogo. Hon greiðir meiri ítøkiliga frá, hvussu tey hava skipað seg á oynni, sum fyrr var eitt lítið fiskivinnusamfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald