Almennu útreiðslurnar hækkaðar eina milliard upp á eitt ár

Útreiðslurnar hækkaðu 9,2 prosent frá 2022 til 2023. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaanlegg, vegir og tunnlar, sum eru orsøk til stóra vøksturin

Seinasta skotið í Sandoyartunnlinum (Savnsmynd: Sonni á Horni)

Seinasta skotið í Sandoyartunnlinum (Savnsmynd: Sonni á Horni)

2024-10-10 10:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru 13,18 milliardir krónur í 2023, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 13,14 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 40 milliónir í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.

Útreiðslurnar hækkaðu 9,2 prosent frá 2022 til 2023. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaanlegg, vegir og tunnlar, sum eru orsøk til stóra vøksturin

Størsti útreiðsluvøksturin lutfalsliga, var í kommunala geiranum, har útreiðslurnar hækkaðu 11,9 prosent. Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið hægri, og komu tær á fyrsta sinni upp um eina milliard í 2023, skrivar Hagstovan.

Ítróttaanlegg og tunnlar

Samlað gjørdi almenni geirin íløgur fyri 2,2 milliardir, sum er góðar 500 milliónir meir enn í 2022. Útreiðslutyngstu íløgurnar hjá landinum vóru Sandoyartunnilin og tunlar til Fámjins, Dals og norður um fjall. Í kommunala geiranum vóru nakrar av størstu íløgunum innkomuvegir hvørju megin Eysturoyartunnilin, svimjihallir í ávikavist Runavík og Havn og stórhøllin við Tjarnir.

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd', sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,6 milliardir krónur í 2023, og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu útreiðslunum. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti' har íløgur í vegakervið fylla nógv í føroysku tølunum.

Raðfesta samferðslukervið meira enn grannalondini

Samanbera vit býtið av almennu útreiðslunum á virkisøki, við býtið í grannalondunum, sæst, at væl størri partur av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til virkisøkið ’búskaparviðurskifti’ enn í hinum londunum. Serliga eru tað stórar íløgur í vegir og tunlar, sum havi hildið bólkinum uppi seinastu nógvu árini. 

Harafturímóti fer lutfalsliga minni til ’heilsu’ og til ’almennar samfelagstænastur’, sum í stóran mun telur almennu fyrisitingina. Stóru íløgurnar í ítróttaranlegg í árinum gera, at parturin av almennu útreiðslunum til virkisøkið ’frítíð, mentan og átrunaður’ er øktur munandi í mun til undanfarin ár, skrivar Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder