2025-03-24 12:30

Føroyar í hernaðarstrategiskum ljósi er vorðið meira viðkomandi við vaksandi spenniningum millum stórveldini.
Tí skipar landsnevndin hjá Sjálvstýri fyri evnisfundi um føroyska politikkin undir kalda krígnum. Evnisfundurin verður í sambandi við økisaðalfundin hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum byrjar klokkan 19.
Í framløgu sínari fer Sámal Tróndur at greiða frá søguni um hernaðargerina av Føroyum við sjóneykuni á kalda kríggið:
- Hvønn leiklut hava føroysku hernaðarinnsetingarnar (støðirnar) havt í trygdarætlanum hjá USA/NATO?
- Í hvønn mun vóru aðrir aktørar (danir og føroyingar) við í og/ella vitandi um nýtsluna av innsetingunum?
- Hugleiðing um hernaðarstrategiska týdningin hjá Føroyum í dag - og um neyðugt er við nýggjum innsetingum nú ella í framtíðini.
Sjálvstýri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald