placeholder
Innanlands

Almennur professarafyrilestur við Shahin Gaini

Tíðliga í summar varð Shahin Gaini tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya, og í tí sambandi heldur hann almennan fyrilestur í Kongshøll

Shahin Gaini, professari (Mynd: Setur.fo)

Shahin Gaini, professari (Mynd: Setur.fo)

2022-09-17 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Professarafyrilesturin hjá Shahin Gaini, yvirlækna og seniorgranskara á Landssjúkrahúsinum, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 28. september klokkan 15:00.

Shahin Gaini hevur frá fyrstu lestrartíðini havt stóran áhuga fyri immunologi og lívshættisligum ígerðarsjúkum so sum meningitis og sepsis, og gjøgnum alla starvsleið sína hevur hann verið virkin undirvísari á Syddansk Universiteti, Fróðskaparsetri Føroya og einari røð av sjúkrahúsum. Fremstu granskingaráhugamál hansara eru framvegis bakteriellar infektiónir og sepsis.

Hetta fer professarafyrilestur hansara eisini at snúgva seg um.

- Okkara gransking vísir, at byrðan av ígerðum er stór í føroyska heilsuverkinum, tí umleið 30 prosent av øllum sjúklingum, sum verða innlagdir, koma vegna infektiónir. Og uttan serkunnleika og dygt undirstøðukervi til at handfara lívshættisligar ígerðarsjúkur og sepsis ber ikki til at veita nútímans viðgerð á forsvarligan hátt. Eitt haldgott sjúkrahúsverk krevur servitan og vísindaligar serfrøðingar í infektiónsmedisini, mikrobiologi, molekylærbiologi, epidemiologi og á einari røð av øðrum serøkjum. Til hetta krevst gransking, dátur og menning, sigur Shahin Gaini.

- Umleið 16 prosent av øllum sjúklingum, sum verða innlagdir í Føroyum, hava møguligar lívshættisligar invasivar infektiónir og sepsis sum høvuðsorsøk til innleggingina. Hesar dáturnar úr Føroyum eru partur av høvuðstilvísingunum í sepsisfrágreiðingini hjá Alheimsheilsustovinum (WHO) hjá ST um, hvussu nógv lívshættisligar ígerðarsjúkur og sepsis fylla altjóða. Servitan á hesum økjum er avgerandi fyri, at vit á bestan hátt handfara hesar sjúkurnar, og sjálvandi eisini í tí føroyska heilsuverkinum, sigur Shahin Gaini stutt í sambandi við professarafyrilestur sín.

Fyrilesturin er almennur, og hann verður eisini stroymdur. Leinki til stroymin av professarafyrilestrinum verður kunngjørt seinni.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder