Innanlands

Alment bókasavn á Skála

Skúlabókasavnið á Skála verður karmur um almenna bókasavnið í eini royndartíð

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2020-10-05 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leingi hevur ynski verið um at fáa bókasavn á Skála, og tað er gleðiligt at hetta endiliga er komið í lag.

Í eina royndartíð fer bókasavnið at hava opið mánadagar millum klokkan 17 og 19 – hetta kann so fara at broytast, alt eftir ynskjunum hjá borgarunum. Skúlabókasavnið í Skála skúla verður karmur um tað almenna bókasavnið tá ið tað er opið

Bókasavnið á Skála og Bókasavnið við Løkin eru í tøttum samstarvi undir Runavíkar kommunu, og tey koma at virka sum framhald hvør av øðrum, við møguleika fyri útlán av tilfari, tiltøkum og øðrum tænastum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder