Innanlands

Alment reisigildi í Runavík týsdagin

Svimjihøllin, sum verður bygd uppí Bylgjuna norðureftir, er komin so væl áleiðis, at sperrurnar eru komnar upp og tryggjaðar

2024-07-21 11:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 23. juli verður alment reisigildi í Runavík, tá svimjihøllin, sum verður bygd uppí Bylgjuna norðureftir, er komin so væl áleiðis, at sperrurnar eru komnar upp og tryggjaðar.

Bíðað hevur verið eftir møguleikanum at svimja í Runavíkar kommunu í 60 ár, og í hesum umfarinum eru tað á leið níggju ár síðan, at fyrireikingarnar byrjaðu til hesa verkætlanina, sum væntandi verður liðug um eitt lítið ár.

Lítið varð gjørt burturúr, táið spakin varð settur í, í staðin er ætlanin nú at halda reisigildi fyri borgarum í økinum við svimjihøllina.

Svimjihøllin er størsta íløgan hjá kommununi nakrantíð. Haldið byrjar týsdagin kl. 16.

Skrá:

  • Jan Alexson, verkætlanarleiðari, greiðir frá inni í hondbóltshøllini.
  • Nes Sóknar Musikkfelag (Hornorkestrið) spælir 3 løg
  • Taekwondo felagið bjóðar okkurt til matna á grillum.
  • Enekk spælir nøkur løg.
  • Marita S. Hentze, býarverkfrøðingur, flytir fram røðu.
  • Kjartan Hansen, stjóri fyri Kanjon, flytir fram røðu.
  • Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flytir fram røðu.
  • NSM (Hornorkestrið) endar haldið við einum marsji.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder