Ein tunnil er meira enn bara ein tunnil. Umframt at binda oyggjar saman og fáa menniskju tættari at hvørjum øðrum er ein tunnil við til at skapa trivnað, møguleikar og menning.
Hesa framgongd hava føroyingar verið vitni til í fleiri áratíggju. Í dag eru 22 tunlar í Føroyum, harav fýra undirsjóvartunlar. Og ætlan er um enn fleiri tunlar. Eitt nú Suðuroyartunnilin.
Og júst Suðuroyartunnilin setur Fólkaflokkurin á dagsskránna hóskvøldið kl. 17:30 á Seglloftinum á Tvøroyri.
Ábit verður at fáa og møguligt verður eisini at taka orðið.
Skráin:
17:30: Anita Vibergsdóttir, nevndarlimir í Suðuroyar Fólkafloksfelag, bjóðar vælkomið
17:35: Framløga: Staðarsamleiki og strategi
Erla Weihe Johannesen, samfelagsfrøðingur, leggur fram um staðarsamleika, og hvussu eitt øki kann fyrireika seg til ein tunnil og hugsa strategiskt.
17:50: Tónleikur: Lív Næs og Tróndur Enni framføra
18:00: Steðgur
18:15: Kunning: Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin
Jacob Vestergaard leggur fram um, hvussu tað gongur við at fyrireika Suðuroyartunnilin.
18:30: Orðið er frítt
Øll fáa høvið at seta tingmanningini hjá Fólkaflokkinum spurningarnar ella at koma við viðmerkingum.
19:00: Takk fyri
Suðuroyar Fólkafloksfelag takkar fyri. Eftir hetta er møguligt at fáa sær ábit og heilsa upp á tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald