Í minsta lagi 95 fólk vórðu dripin, tá ein bólkur av vápnaðum monnum lupu á eina bygd í Mali í nátt.
- Í løtuni vita vit um 95 fólk, sum eru dripin. Líkini eru vorðin brend, og vit halda fram at leita eftir fleiri, sigur ein embætismaður úr Koundou-økinum sambært Politiken.
Talan er um bygdina Sobane í miðara partinum av Mali. Íbúgvarnir eru partur av einum etniskum bólki, ið verður nevndur dogon-fólkið. Bygdin er meira ella minni løgd í sor
Umframt tey 95 í lótu lív, eru 19 fólk saknað.
Enn er ógreitt, hvør stendur aftanfyri álopið.
Ósemja hevur leingi verið millum dogon-fólkið og ein annan etniskan bólk, fulani-fólkið, um atgongd til land og vatn.
Dogon-fólkið ákærir m.a. fulani-fólkið fyri at vera knýtt at hernaðarbólkum, men sambært fulani-fólkinum hevur herurin hjá Mali givið dogon-fólkinum vápn at brúka móti teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald