Uttanlands

Álop á samkynt par umrøtt um allan heimin

Ein bólkur av ungum monnum lupu á parið, tá tær noktaðu at mussast framanfyri teimum

Mynd: Melania Geymonat/Facebook

Mynd: Melania Geymonat/Facebook

2019-06-08 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt álop á eitt samkynt par á einum náttarbussi í London hevur vakt ans um allan heimin.

Hendingin fór fram tíðliga um morgunin 30. mai.

Melania Geymonat, ein 28 ára gomul flogterna, og unnusta hennara, 29 ára gamla Chris, vórú á veg heim úr býnum, tá ein bólkur av ungum monnum byrjaðu at órógva tær, tá teimum gjørdist greitt, at tær báðar vóru par.

Teir bóðu tær um at mussast, meðan teir hugdu at.

At byrja við royndi Melania at tvætla eitt sindur við teimum, og hon fekk unnustuna at latast, sum var hon sjúk, men so byrjaðu teir at blaka myntir eftir teimum.

- Áðrenn eg veit av, er Chris í millum teirra, og teir brúka harðskap ímóti henni. So eg fór beinanvegin yvir til teirra og royndi at hála hana burtur, og so byrjaðu teir eisini at sláa meg. Eg bløddi øgiliga nógv, sigur Melania Geymont við BBC.

Melania Geymont sigur, at hon áður hevur verið úti fyri "nógvum munnligum harðskapi", men hetta var fyrstu ferð, hon hevði verið úti fyri kropsligum harðskapi orsakað av hennara seksualiteti.

Fýra ungir tannáringar í aldrinum 15 - 18 ár eru vorðnir handtiknir í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder