Í minsta lagi 15 fólk lótu í gjár lív í einum ísraelskum álopi á ein skúla í Nuseirat-flóttafólkaleguni í Gaza, upplýsir sivilverjan í Gaza.
Al-Mufti skúlin hýsir palestinar, sum eru riknir burtur frá húsi og heimi.
Meginparturin av teimum 2,4 milliónunum, sum búgva í Gaza, eru í minsta lagie ina ferð riknir frá húsi og heimi undir stríðnum móti Ísrael seinasta árið. Nógv teirra hava leitað sær skjól í skúlabygningum.
Millum tey 15, sum lótu lív í álopinum sunnudagin vóru børn og kvinnur. 50 onnur vórðu særd.
Ísraelski herurin sigur, at hann kannar fráboðanir um álopið.
Hetta álopið kemur fáar dagar eftir, at eitt ísraelskt loftálop rakti ein skúla í Deir al-Balah og drap í minsta lagi 28 fólk.
Ísraelski herurin leggur javnan Hamas undir at fjala seg í skúlabygningum, har palestinar hava leitað sær skjól, síðan kríggið byrjaði. Hesum hevur Hamas víst aftur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald