Í minsta lagi 35 fólk lótu í gjárkvøldið lív, tá ein tjaldlega í Rafah varð rakt av einum ísraelskum loftálopi.
Sambært palestinska heilsumálaráðnum er meginparturin av teimum deyðu kvinnur og børn.
Ísraelski herurin hevði fyrr víst á Tel al-Sultan-økið, sum varð rakt, sum eitt humanitert øki, og tí høvdu túsundatals burturriknir palestinar leitað sær skjól har, upplýsir palestinski Reyði Hálvmáni.
Fleiristaðni í Rafah høvdu palestinar fingið boð um at fara úr økinum, men tjaldlegan í Tel al-Sultan var ikki millum hesi øki.
Ísraelski herurin sigur, sambært CNN, at tey hava eisini dripið tvey fólk hjá Hamas í økinum.
Sambært DR sigur ísraelski herurin, at att tey meta álopið vera í samsvari við altjóða lóg, tí lopið var á lóglig mál, og at grundarlag fyri álopið bygdi á neyvar upplýsingar, sum góvu ábendingar um, at Hamas brúkti økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald