
Fyrrapartin eru fleiri ukrainskir býir álopnir av russiskum rakettum.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj hevur Russland skotið fleiri enn 40 rakettir eftir málum í Ukraina.
Boðað verður frá fleri deyðum og særdum. Í býnum Kryvyj Rih hava tíggju fólk latið lív. Í høvuðsstaðnum Kyiv verður boðað frá, at sjey hava latið lív, og í býnum Pokrovsk hava í minsta lagi trý latið lív. Umframt at 20 fólk hava latið lív, eru í minsta lagi 50 onnur særd.
Sambært Zelenskyj eru býirnir Dnipro, Slovjansk, og Kramatorsk eisini raktir, og boðað verður frá skaða á bústøðum og undirstøðukervi, og eitt barnasjúkrahús í Kyiv er eisini rakt. Talan er um Okhmatdyt, sum er størsta barnasjúkrahús í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald