Einki bendir á, at álopið í Kongsberg var lagt til rættis, upplýsir politiadvokatur sambært norska TV2.
Tað var fyrradagin, at ein 37 ára gamal danskur ríkisborgari leyp á fleiri fólk við m.a. boga og píl í norska býnum. Fimm fólk lótu lív – fýra kvinnur og ein maður – og tvey onnur vórðu særd. 37 ára gamli maðurin varð handtikin og skuldsettur.
Sambært barndómsvinmanni hjá manninum, hevði hann sálarligar trupulleikar, og í gjár varð hann latin heilsumyndugleikunum, sum skal gera eina mentalkanning av honum, skrivar Ritzau.
Í gjár segði trygdartænastan hjá norsku løgregluni, at ábendingar vóru um, at álopið í Kongsberg var eit yvirgangsálop. Norska løgreglan hevði eisini fingið fráboðanir um, at maðurin hevði umvent seg til islamiska trúgv, og at hann var radikaliseraður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald