Uttanlands

Álopin við svørði á svenskum miðnámsskúla

Ein 17 ára gomul genta er deyð, og tríggir dreingir undir 18 ár vórðu særdir.

Fólk hava lagt blómur og ljós uttanfyri Brinellskolan, har álopið hendi fríggjadag seinnapart (Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix)

Fólk hava lagt blómur og ljós uttanfyri Brinellskolan, har álopið hendi fríggjadag seinnapart (Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix)

2026-08-22 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er deyður, og tríggir aðrir særdir, eftir at ein 18 ára gamal maður leyp á við svørði á einum miðnámsskúla í svenska býnum Fagersta seinnapartin í gjár, upplýsir svenska løgreglan.

Tann 18 ára gamli álopsmaðurin, sum var fyrrverandi næmingur á skúlanum, varð skotin og handtikin, skrivar Ritzau.

Upplýst er at ofrini eru millum 12 og 17 ára gomul. Tvey av teimum særdu vórðu álvarsliga løstað. Persónurin, sum varð dripin, var ein 17 ára gomul genta.

Tvey hús eru rannsakað í sambandi við málið, og løgreglan hevur enn ikki sagt nakað um motivið hjá álopsmanninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder