Arbeiðsloysið hevur ongantíð verið lægri, enn tað er nú.
Týsdagin í farnu viku rindaði ALS bara 138 fólkum arbeiðsloysisstuðul. Tað er lægsta talið á fólki, sum nakrantíð hava fingið arbeiðsloysisstuðul eitt vanligt útgjaldsskeið í yvir 30 ára gomlu søguni hjá ALS.
Tað skrivar ALS á heimasíðuna í dag.
Upphæddin, ið var goldin hesum 138 fólkunum, var 948.000 krónur, sum svarar til slakar 6.900 krónur í miðal til hvønn persónin.
– Vanliga arbeiðsloysið er vorðið so lágt, at tað øll útgjaldsskeiðini higartil í ár hava verið færri fólk, sum hava fingið vanligan arbeiðsloysisstuðul, enn tað hava verið fólk, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.
ALS sigur, at vanligt er, at talið á viðskiftafólkum hjá ALS kvinkar uppeftir út á heystið og veturin, og væntast tað eisini at henda í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald