Danska pensjónsfyritøkan PFA hevur við ársenda upplýst, hvussu nógv fólk hava meldað seg sjúkan við strongd seinasta árið. Seinasti árið er talið av strongdum fólkum hækkað við heili 12 prosentum, frá einum eisini lutfalsliga høgum tali.
Talið hevur aldrin áður verið so høgt.
Rikke Bay Haaber, stjóri fyri hernaðarliga heilsu, sigur við dr.dk, at hetta er ein kreppustøða og tørvur er á einari hjálpandi hond. Hon leggur afturat, at gongdin er veksandi, og hon væntar ikki, at kurvin við strongdum fólkum, sum leita sær hjálp, fer at slitna í nærmastu framtíð.
Sambært Pernille Steen Pedersen, granskara innan strongd, er arbeiðslívið hjá dønum orsøkin til veksandi gongdina. Ferðin er ov høg og væntanirnar ov stórar. Størsti vøksturin er millum børn og ung, og yngri kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald