
Týsdagur 8. november 2022 hevur verið ein dramatiskur dagur í føroyskum politikki.
Eitt misálit á Jenis av Rana var ávegis, orsakað av útsagnum hansara um at hann ikki vildi peika á ein forsætisráðharra í Danmark, tí viðkomandi er samkyndur, men tað var ein onnur útsøgn, ið endaliga feldi hann sum landstýrismann í uttannríkis- og mentamálum.
- Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.
Soleiðis varð løgmaður siteraður í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni fyrrapartin, tá tað varð boaðað frá, at hann hevði loyst Jenis av Rana úr starvi.
Jenis av Rana á Gamla Apotekið eftir loknan fund í dag. Tað var har, at samgongan misti sín meiriluta (Mynd: Sverri Egholm)
Formaður Miðfloksins hevur síðani víst aftur, at hann í samrøðu við FM1 í gjár beinleiðis heitti á Magnus Rasmussen um ikki at gera, sum løgmaður sigur, men at hann vónaði - og framvegis vónar - at boð ikki fara at verða givin til bisp og prestar um at nýta sammóður í kirkjuni.
Les eisini: - Havi ikki heitt á eitt annað landstýrisfólk um at ganga móti boðum løgmans
Jenis av Rana varð tó noyddur at taka uppsøgnina til eftirtektar, men seinnapartin hava hann og hini í floksstýri Miðfloksins verið á fundi fyri at umrøða nýggju støðuna, ið kom púra óvart á formannin og Miðflokkinum sum heild. Høvuðsevni hevur verið, um samstarvið í samgonguni skuldi halda fram - hetta gjørdist úrslitið:
- Orsakað av, at Løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni.
Les eisini: Miðflokkurin fer úr samgonguni
Hetta sær út til at verða mønustingurin hjá samgonguni, sum tók við 14. september 2019. Bert 15 tinglimir eru nú í samgonguni, og fyri at fáa meiriluta er ikki nóg mikið at fáa Sjálvstýri (Kristin Michelsen við) At bjóða Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi samstarv gevur allarhelst onga meining, sum politiski vígvøllurin sær út - einasti flokkurin, ið verandi samgonga møguliga hevði sæð sum eina bjarging, er Framsókn, men í viðmerking til Dimmu ger Ruth Vang, forkvinna, greitt, at tað ikki kemur uppá tal.
- Nú er ov seint, sigur Ruth Vang og ger greitt, at Framsókn ætlar sær ikki upp í nakað samstarv við núverandi samgongu.
Ruth Vang sigur eisini við dimma.fo, at møguleikin var har fyri beint undir einum ári síðani, tá ruðuleiki valdaði - Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fóru úr landstýrissessinum, vegna málið um sammøður o.s.fr. Tá varð ein onnur leið vald.
Baldruta valskeiðið hjá ABH-samgonguni er komið at enda. Í øllum førum er Miðflokkurin ikki partur av tí meira, og harvið eru bert Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eftir. Møguleiki er fyri, at talan verður um minnilutasamgongu fram til næsta summar, tá val í seinasta lagi skal útskrivast, men hvussu sannlíkt tað er, er trupult at siga nú - tað peikar í øllum førum nógv meira ímóti einum nývali í desember.
Portalurin hevur verið í samband við løgmansskrivstovuna. Har verður sagt, at Bárður á Steig Nielsen onga viðmerking hevur í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald