Uttanlands

Alt bendir á sigur til tey reyðu í Bretlandi

Bretar skulu velja 533 limir í Undirhúsið í dag – konservativi stjórnarflokkurin stendur til at tapa stórt

Keir Starmer og konan Victoria á veg til valhølið í London í dag. Alt hendir á stórsigur til Labour (Mynd: EPA)

Keir Starmer og konan Victoria á veg til valhølið í London í dag. Alt hendir á stórsigur til Labour (Mynd: EPA)

2024-07-04 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fara skotar, onglendingar, walisarar og norðurírar á val og velja nýtt lóggevandi undirhús.

650 tjóðartingslimir skulu veljast í eins nógvum valdømum. Bretska valskipanin er jú tann, at landið er býtt upp í eins nógv valdømi, sum tað eru sessir, ið skulu veljast. Valevnið, ið fær flest atkvøður í hvørjum valevni verður valt – hinar atkvøðurnar ‘fara til spillis’.

533 tjóðartingslimir skulu veljast í Onglandi, 59 í Skotlandi, 40 í Wales og 18 í Norðurírlandi.

[object Object]
Dagarnir hjá Rishi Sunak sum bretskur forsætisráðharri tykjast vera taldir. Her er hann og konan Akshata Murty á veg í valhølið í Kirby Sigston (Mynd: EPA)

Seinastu veljarakanningarnar undan valinum vísa, at arbeiðaraflokkurin Labour stendur til at vinna stórsigur. Kanningin hjá YouGov MRP vísir, at Labour fer at vinna 431 sessir, ein framgongd á 229, meðan konservativi stjórnarflokkurin hjá Rishi Sunak vinnur 102 sessir, sum er ein afturgongd á 263.

Liberaldemokratarnir standa til at fáa 72 sessir (+61), SNP, skotski tjóðskaparflokkurin 18 (-30), Reform UK kemur á ting fyri fyrstu ferð við 3 tinglimum, walisiski flokkurin Plaid Cymru fær 3 sessir (-1) og grøni flokkurin fær 2 sessir (+1).

Aftur LibDem í Hetlandi/Orknoyggjum

Hyggja vit eftir okkara nærmastu grannum, Hetlandi og Orknoyggjum sum eru eitt vøldømi, so sær út til, at liberaldemokraturin Alastair Carmichail , verður afturvaldur. Hann hevur umboðað norðasta valdømið á bretsku oyggjunum síðan 2001. Fyrrverandi forsetin fyri Skotland í bresku stjórnini hevur verið ein av teimum heilt fáu liberalsemokratunum í Undirhúsinum hesi seinastu valskeiðini, meðan flokkurin hevur havt lítla umboðan.

Nú standa LibDems til at fáa eitt gott val, og sambært kanningini hjá YouGov fáa teir liberalu til at fáa yvir 40 prosent av atkvøðunum í Orknoyggjum og Hetlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder