Uttanlands

Alt fleiri amerikanarar doyggja av yvirdosis

Deyðstølini eru hækkað nógv síðan koronafarsóttin byrjaði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-18 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Metnógvir amerikanarar eru deyðir orsaka av yvirdosis undir koronafarsóttini, vísa nýggj hagtøl í USA. Tíðarskeiðið apríl 2020 til apríl 2021 doyðu yvir 100.000 amerikanarar orsaka av yvirdosis av narkotiskum evnum.

Tað merkir, at tað doyðu fleiri amerikanarar av yvirdosis, enn samlaða deyðatalið orsaka av ferðsluvanlukkum og skottilburðum tilsamans.

Talið av deyðstilburðumum orsaka av yvirdosis í USA eru hækkað hesi seinastu 20 árini, men seinasta árið hækkaði tað við heili 28,5 prosentum.

Orsøkin til vøksturin verður søgd at vera, at farsóttin hevur minkað um møguleikan hjá misbrúkarum at fáa hjálp, og at nýggj vandamikil opiat eru vorðin alt meira vanlig á gøtunum í USA.

- Hetta er ein sorgarleikur, ið hevur verið fjaldur orsaka av farsóttini. Tað er øgiligt at hugsa um, hvussu nógvar familjur eru ávirkaðar av yvirdosum í ár, sigur Joshua Sharfstein frá John Hopkins universitetinum.

Joshua Sharfstein og aðrir serfrøðingar heita á politikarar og tænastufólk um at taka henda trupulleika í sama álvara sum covid-19. Tey vísa á, at tað skulu íløgur gerast í verjuætlanir og í heilivágir, so sum naloxone.

Naloxone hjálpir sjúklingum, hvørs andaleið er lammað orsaka av yvirdosis, við at byrja at anda aftur.

Fleiri granskarar vísa á, at deyðstilburðirnir fara framhaldandi at vaksa.

- Tølini fyri 2021 vera øgilig, sigur Daniel Ciccarone, sum er granskari á universitetinum í Kalifornia, sambært heimasíðuni hjá finska kringvarpinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder