Innanlands

Alt ov nógv ferð í Eysturoynni: Klipp, koyriforboð og einki koyrikort

Ferðslupatrjuljan tók tríggjar bilar, sum koyrdu alt ov skjótt tætt við tunnilsmunnan á Norðskálatunlinum, har millum annað koyrifoboð varð givið. Tveir bilar við Skipanes og tveir á Fjørðuvegnum lógu mitt í fýrsunum - tann eini uttan føroyskt koyrikort

2026-07-15 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðslupatruljan hjá løgregluni var ein túr í Eysturoynni í gjár, og tað var ikki eiti á, hvat kom á rapportina, og hvat kom inn í bótum.

Tað byrjaði við, at løgreglan stóð báðumegin tunnilin við Norðskála og Millum Fjarða. Har vóru fleiri bilar, sum vórðu skrásettir við ov høgari ferð:

Ein við 114 kilometrar um tíman, ein við 103 km/t og ein annar við 87 km/t. Tann eini av hesum í 80 km/t-øki og hinir í økið við niðursettari ferð - tað man vera við tunnilsmunnan, har tað í mesta lagi er 60 km/t í svingunum.

Har koyrdi onkur bilførari so mikið skjótt, at viðkomandi fekk koyriforborð í fyrstu syftu. Annars var talan um klipp og bót.

84 km/t og einki føroyskt koyrikori

Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra 81-86 km/t í økjum, har tað annars bert er loyvt at koyra 50 km/t.

Tveir teirra koyrdi við Skipanes og tveir á Fjørðuvegnum undir Saltangará.

Tann eini á Fjøðruvegnum kom í størri trupulleikar enn at fáa klipp og "vanliga" bót. Tað vísti seg at viðkomandi, sum hevur verið leingi í Føroyum, ikki hevði føroyskt koyrikort.

Harvið kemur ein stór bót afturat: Fyri ikki at hava eitt gildið koyrikort her.

Umframt hesi brotini, revsaði løgreglan eisini bilførarar fyri ikki at vera í trygdarbelti ella fyri at tosa í hondhildna telefon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder