Innanlands

Altíð ein góð kensla tá møtimikið arbeiði er komið hálva leið

Tað er hugaligt at vita sær, at helvtin av føroyska fólkinum nú er koppsett fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað sanniliga eisini hugaligt at vita sær, at nú er helvtin av føroyska fólkinum koppsett einaferð fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað sanniliga eisini hugaligt at vita sær, at nú er helvtin av føroyska fólkinum koppsett einaferð fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

2021-06-25 22:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er hugaligt at vita sær, at helvtin av føroyska fólkinum er koppsett einaferð fyri koronu.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, eftir at tað hósdagin varð kunngjørt, at yvir 50 prosent av fólkinum í Føroyum høvdu fingið fyrru koppsetingina. Sambært nýggjastu tølunum hava 51,4 prosent av fólkinum fingið fyrru koppsetingina, meðan 35 prosent eru liðugt koppsett.

– Tað er altíð ein góð kensla, tá eitt møtimikið arbeiði er komið hálva leið. Tá hálvur teinur er rógvin, gerst tað hugaligari, og ein fær eyka styrki, tí nú hómast málið. Ert tú á fjøllunum, er ferðin niðan á ofta tung og drúgv, men síðan er undanbrekka. Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað sanniliga eisini hugaligt at vita sær, at nú er helvtin av føroyska fólkinum koppsett einaferð fyri koronu.

Samanborin við onnur lond eru vit við fáum undantøkum sloppin ómetaliga væl, sigur landsstýrismaðurin.

– Føroya fólk hevur staðið saman og sýnt samhaldsfesti og sínamillum ábyrgd í hesi farsóttartíðini. Tað er fyrsta fortreytin fyri, at so stór heilsuátøk fyri alt fólkið kunnu eydnast.

Alt skrivið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder