Innanlands

Altjóða bridgefestivalur í Havn

Tórshavnar Bridgefestivalur - einasta altjóða brigkapping í Føroyum - verður hildin á triðja sinni um vikuskiftið

Hesir báðir vunnu Tórshavn Bridgefestival, sum seinast varð hildin í 2020. Nils Kvagraven úr Noregi og Bogi Simonsen úr Føroyum

Hesir báðir vunnu Tórshavn Bridgefestival, sum seinast varð hildin í 2020. Nils Kvagraven úr Noregi og Bogi Simonsen úr Føroyum

2022-03-10 08:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin 11. og 12. mars verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn.

Meira enn 80 útlendskir bridgespælarar hava boðað frá, at tey koma at spæla í einastu altjóða bridgekappingini, sum er í Føroyum.

Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri hesi kappingini. Fyrsta árið var í 2019, og var undirtøkan sera góð. Føroya Bridgesamband skipar fyri kappingini.

- Fyrsta kappingin hepnaðist so væl, at vit sóu møguleikan at skipa fyri kappingini á hvørjum ári. Áhugin at vera við er størstur millum íslendingar og annars aðrar spælarar úr Norðurlondum, sigur Jákup Sørensen, sum skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali.

Sjálv kappingin er vanlig bridgekapping, har næstan 70 pør spæla móti hvørjum øðrum – í alt vera spæld 85 spøl fríggjakvøldið og leygardagin. Kappingin var avlýst í fjør, tí korona órógvaði flestu bridgekappingarnar. Men nú hava nógvir spælarar valt at nýta hetta høvið aftur at sleppa uttanlands at spæla bridge.

Umframt sjálva kappingin verður skipað fyri útferðum, sum spælararnir eisini hava tikið væl undir við.

Kappingin í ár er í Dansifrøi í Gundadali í Havn, og áskoðarar er vælkomnir at fylgja við. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommu, setur kappingin fríggjadagin klokkan 16.30. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder