Mentan

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Amnesty International Føroyar skrivar brøv kring landið allan desember mánað

2018-11-25 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 25. november, er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Í hesum sambandi verður skriviátak hjá Amnesty International skotið ígongd.

Amnesty International Føroyar skrivar brøv kring landið allan desember mánað. Í ár verður serligt varpað ljós á kvinnuligar aktivistar. Kvinnurnar, sum skrivað verður fyri, sita fongslaðar, eru fyri ágangi ella eru dripnar.

Í dag almannakunngerð Amnesty eisini eina nýggja frágreiðing um støðuna í Evropa, tá tað snýr seg um Neyðtøku. Sambært hesari frágreiðingini hevur ein út av 20 kvinnum í ES verið fyri neyðtøku eftir 15 ára aldur. Tað svarar til uml. 9 milliónir kvinnur. Og 1 út av 10 kvinnum í ES hevur upplivað kynsligan harðskap eftir 15 ára aldur. Meira kann lesast um hetta her.

Amnesty International Føroyar hevur valt tvær sakir út, sum skrivað verður fyri í tíðarkseiðnum frá 25. november til 15. desember.

Tann fyrra er Atena úr Iran, sum er fongslað fyri at hava mótmælt deyðdarevsing, og tann næsta er 24 ára gamla Geraldine úr Venesuela, sum er ákærd fyri at geva ungfólki áræði.

"Vit vita frá royndum, at eitt einfalt bræv kann gera allan munin í lívinum hjá eini kvinnu. At skriva eitt bræv kan ítøkiliga bjarga lívum. Og fyri ein, sum situr handan rimar kunnu brøvini birta eina lívsneyðuga vón, eins og tað kann leggja eitt avgerandi trýst á myndugleikarnar," sigur Amnesty í skrivi.

Ungdómsbólkurin hjá Amnesty skipar fyri skrivitiltøkum kring landið, og skráin kann finnast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder