Í dag, leygardagin 14. november, er altjóða diabetesdagur, og í hesum sambandi skipar Diabetesfelagið fyri almennum pallborðsfundi í auluni í Finsen í Havn.
Fundurin verður klokkan 15, og høvðsevnið verður týðandi leikluturin, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í diabetesviðgerð.
Sambært Diabetesfelagnum, heitir Altjóða Diabetessambandið, IDF, á allar heimsins stjórnir um at gera størri íløgur í at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í diabetesviðgerð, tí talið á fólki við typu 2 diabetes veksur í stórum.
– Mett verður, at fleiri enn 460 milliónir fólk í heiminum hava diabetes, og talið fer væntandi at vaksa til 578 milliónir í 2030. Bara í fjør doyðu 4,2 milliónir fólk av sjúkuni, sigur Diabetesfelagið.
Heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur ávarað um, at trot verður á 5,9 milliónum sjúkrarøktarfrøðingum við diabetesførleikum í heimshøpi og mælir til, at lond útbúgva átta prosent fleiri hvørt ár fyri at klára støðuna í 2030.
Landsstýrið fekk í 2013 eina diabetesheildarætlan gjørda fyri Føroyar. Millum tilmælini var, at fólk við typu 2 diabetes skulu fáa viðgerð í nærumhvørvinum. Vandin fyri fylgisjúkum er so stórur, um tey, ið fáa sjúkuna, ikki beinanvegin, tá sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp og ráðgeving í, hvussu til ber at handfara sjúkuna og fáa góðan lívsstíl, og her hava úbúnir diabetessjúkrarøktarfrøðingar ómissandi týdning, sigur Diabetesfelagið.
Við pallborðið seinnapartin sita Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum og undirvísari av diabetessjúkrarøktarfrøðingum, Rói á Kósini, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, diabetessjúkrarøktarfrøðingur. Brynhild Thomsen, journalistur fer at stýra orðaskiftinum.
Fundurin verður hildin samsvarandi almennu koronuleiðreglunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald