Innanlands

Altjóða eldradagur á skránni í dag

Tórshavnar Kommuna skipar fyri nógvum tiltøkum í hesum sambandi

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

2019-10-04 07:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Dagurin verður settur á Perlutorginum við Tórsgøtu, har Gunvør Balle, virkandi borgarstjóri, og Katrin Holm, forkvinna í Eldraráðnum, fara at bera fram røðu. Aftaná verður fimleikur.

Síðani er nógv ymiskt á skránni: Millum annað døgurði, framløgur og hugleiðingar. Oscarvirðislønti filmurin, “Still Alice” verður sýndur í Havnar Bio. Hann
snýr seg um eina kvinnu, sum fær staðfest alzheimerssjúkuna.

Harmonikuliðið spælir í Reinsarínum í annaðkvøld, har felagssangur eisini er á skránni. Síðani endar tiltakið.

Til ber at síggja alla skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder