Innanlands

Altjóða forbønargudstænasta í Christianskirkjuni

Gudstænastan við Marjun Lómaklett, presti verður 30. apríl klokkan 16

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-27 19:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 30. apríl verður altjóða forbønargudstænasta fyri fólkinum í Ukraina og støðuna í Evropa. Gudstænastan við Marjun Lómaklett, verður hildin í Christianskirkjuni klokkan 16.

Løtan verður hildin við sangi, strúkarum, ljósatendring, sanginum “tað kundi veri eg”, sum skúlabørn á Skúlatrøð syngja, andakt og bønarløtu, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Drekkamunnur verður aftaná í kirkjukjallaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder