Komandi skúlaár verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin at bjóða út professiónsbachelor útbúgving innan altjóða handil og marknaðarførslu.
Kanningar vísa, at tørvur er á at fáa miðallangar útbúgvingar settar á stovn í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at fara av landinum at taka hesar.
Hægri Nám á Glasi hevur javnan bjóðað út marknaðarførslubúskap, sum er tvey-ára útbúgving, og nýggja professiónsbachelor útbúgvingin er beinleiðis framhald av hesi útbúgving. Umleið 70 fólk hava tikið marknaðarførslubúskap í Føroyum.
Nøkur teirra hava tikið framhald í Danmark, meðan onnur hava bíðað eftir, at professiónsbachelor útbúgvingin verður tøk í Føroyum, og tað gerst nú veruleiki.
Tað verður eisini gjørligt hjá teimum, sum lesa ella hava lisið tænastubúskap og fíggjarbúskap, at koma beinleiðis inn á nýggju professiónsbachelor útbúgvingina sum framhald. Eisini aðrar styttri ella miðal langar útbúgvingar geva atgongd eftir serligum treytum.
- Vit eru sera fegin um at bjóða hesa útbúgving út komandi ár. Tað er tørvur á at økja um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, so okkara ungdómur hevur eitt breitt úrval av útbúgvingum at velja í, sigur Una Joensen, rektari á Glasi.
Nýggja útbúgvingin verður boðin út sum partur av viðkaðum samstarvi við danska útbúgvingarstovnin, Cphbusiness, sum Hægri Nám á Glasi longu nú samstarvar við um marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, tænastubúskap og PBA í innovatión og íverksetan.
Ole Gram-Olesen, rektari fyri Cphbusiness, og Una Joensen, rektari á Glasi, skrivaðu í februar mánaði undir víðkaða samstarvsavtalu, sum ger tað gjørligt at taka professiónsbachelor í Føroyum nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald