Føroyski bólkurin Aggrasoppar vann serstakan heiður, tá tey herfyri luttóku á stóra showcase festivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi.
Tí nú, nakrar vikur eftir at festivalurin er hildin, er greitt, at føroyski bólkurin er heiðraður við eini serligari virðisløn, kallað The Steve Strange Award.
Við heiðrinum fylgja 5.000 ensk pund, næstan 44.000 krónur.
- Tað gleðir okkum at kunna kunngera, at føroyski eksperimenterandi rapp-punk bólkurin Aggrasoppar fær 2024 Steve Strange Award, boðaði festivalurin frá á sosialu miðlunum í gjár.
The Steve Strange Award er givin á hvørjum ári í sambandi við The Great Escape festivalin síðan 2022. Heiðurslønin verður latin til minnis um tónleikafyriskiparan, Steve Strange, sum doyði í september 2021. Móttakarin av heiðrinum verður valdur í eini atkvøðugreiðslu millum fleiri túsund fólk innan tónleikavinnuna sum vóru til staðar á árliga festivalinum í Brighton, og verður mett sum ein týðandi lopfjøl fyri at koma víðari út í heim við tónleiki sínum.
- Vit ynskja Aggrasoppum hjártaliga til lukku við heiðrinum, og síggja fram til at fylgja teirra tónleikaleið víðari við stórum áhuga, skrivar festivalurin á heimasíðu síni.
(Mynd: Jamie MacMillan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald