Innanlands

Altjóða hjartadagur í Løkshøll

Í sambandi við altjóða hjartadagin 29. september, skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki í Løkshøll, har persónligar søgur og faklig innlegg eru á skránni

Tiltakið verður í Løkshøll (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Løkshøll (Savnsmynd)

2022-09-26 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða hjartadagurin verður hildin um allan heim fyri at varpa ljós á hjartasjúku og hjartaheilsu.  Í Føroyum skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki i Løkshøll 29. september kl. 18.30.

Á skránni eru persónligar søgur um hjartasteðg og lívið sum avvarðandi, umframt faklig innlegg um hjartaheilsu frá hjartalækna og fysioterapeutum. Eisini eru tónleikainnsløg á skránni.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skrá:

  • Arnbjørg Thorbjarnardóttir - Tá hjartað steðgaði
  • Ingibjørg Egholm - Lívið sum avvarðandi
  • Beinta Hammer - Hjartasteðgurin hjá manninum broytti lívið
  • Fysioterapeutar - Hjartaheilsa og rørsla
  • Sanna á Borg, hjartalækni og granskari um hjartaheilsu og kolesterol
  • Kvinnukórið Fljóðljóð syngur"
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder