Innanlands

Altjóða holocaustdagur 27. januar

Fólkamorðið fyri 50 árum síðani er evnið á degnum í dag. Skúlin við Løgmannabreyt er vertsskúli í ár

Myndin er tikin á einum savni um fólkamorðið nærhendis høvuðsstaðin í Kambodja, Phnom Penh (Mynd: EPA)

Myndin er tikin á einum savni um fólkamorðið nærhendis høvuðsstaðin í Kambodja, Phnom Penh (Mynd: EPA)

2025-01-23 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp nærkast nú av álvara. Í hesum sambandi verður sjóneykan sett á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp. 

Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.

Í skúlanum við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar.

Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.

Fólkadráp í Kambodja

Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja.

Ein filmur verður vístur við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum, og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.

Støður, sum skapa polarisering

Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru.

Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi er ein samrøða við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.

Sætti holocaustdagur

Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust

Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder