Uttanlands

Altjóða innsavning fingið 67 milliardir krónur til flóttafólk

Altjóða stuðulstiltakið "Stand up for Ukraine" varð hildið í pólska høvuðsstaðnum Varsjava, og inn komu 9,1 milliard evrur umframt ein milliard frá evropeiska menningarbankanum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-10 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða stuðulstiltakið "Stand up for Ukraine" savnaði í gjár 9,1 milliardir evrur til flóttafólk úr Ukraina. Tað svarar til uml. 67 milliardir í okkara krónum.

Innsavningin varð hildin í pólska høvuðsstaðnum Varsjava.

Umframt tær 9,1 milliardirnar, hevur menningarbankin hjá ES, European Bank of Reconstruction latið eina milliard evrur.

Av hesum verða 400 milliónir evrur latnar til grannalondini hjá Ukraina fyri teirra arbeiði við at hýsa flóttafólkum.

Í Varsjava vóru Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, pólski forsetin, Andrzej Duda, og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.

Tað eru ES-kommissjónin og kanadiska stjórnin, sum hava tikið stig til "Stand up for Ukraine".

Innsavningin hevur eisini havt eitt átak á sosialu miðlunum, har heimsstjørnur sum m.a. Billie Eilish og Oprah Winfrey hava varpað ljós á innsavningina.

Sambært Ritzau eru yvir 4,4, milliónir fólk rýmd úr Ukraina, og yvir seks milliónir eru rýmd úr heimi teirra til onnur støð í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder