Í annaðkvøld, týskvøldið 2. august klokkan 19.30, verður aljtóða sang- og sálmakvøld í Christianskirkjuni, skrivar fólkakirkjan á heimasíðuna.
– Eitt sang- og sálmakvøld fyri allar aldursbòlkar. Vit fara at syngja sálmar úr sálmabòkini, enskar hymnur við fylgispæli frá Klaksvíkar hornorkestri, sálmar úr sálmaískoytinum, umframt onkrar barnasangir.
– Bert fyri at nevna nakrar av sálmunum verða m.a. hesir sálmar: "Amazing grace", "Algóði Gud mín faðir er", "Mín bátur er lítil", "Tann dagur tú gavst", umframt nógvir aðrir kendir sálmar. Litturgur verður Marjun Lómaklett, sum kemur at hava eina stutta andakt.
Aftaná verður drekkamuður í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald