Mentan

Altjóða Pinkubarnadeyðadagur í morgin

Dagurin verður hildin bæði í Havn og í Syðrugøtu í annaðkvøld kl. 18.30

2019-10-14 19:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin 15. oktober, er Altjóða Pinkubarnadeyðadagur, og verður hesin dagur hildin í bæði Syðrugøtu og í Havn.

Hesum boðar Felagið Pinkubarnadeyði, sum virkar undir Beranum, frá í tíðindaskrivi.

- Tá ið vit missa eitt pinkubarn missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið. Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini Altjóðadagin. 

Í morgin verður opið hús í Beranum í Niels Finsensgøtu 32 klokkan 18.30. Ljós verða tendrað klokkan 18.45, so øll ljósini eru tendrað klokkan 19. Møguleiki verður eisini fyri at skriva eina heilsan ella gera eina tekning á ljósposarnar, sum verða at fáa.

Kaffi og køkur verður eisini at fáa, og Jens Marni Hansen luttekur við sangi.

Dagurin verður eisini hildin í Syðrugøtu í ovaru hædd í Valhøll (G! Skrivstovuni), Fyri oman Brúgv 3, klokkan 18.30.

Farið verður oman á sandin at tendra ljós klokkan 18.45, so øll ljósini eru tendrað klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder