Uttanlands

Altjóða revsidómstólur við handtøkuboðum: – Hetta er skammiligt

Altjóða revsidómstólurin í Haag gav í gjár boð um, at Vladimir Putin skal handtakast fyri krígsbrotsverk í Ukraina, men í Russlandi hava boðini hjá dómstólinum ongan týdning, siga talsfólk hjá russisku stjórnini

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-03-18 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða revsidómstólurin í Haag (ICC) gav í gjár boð um, at russiski forsetin, Vladimir Putin skal handtakast.

Dómstólurin, sum varð settur á stovn í 2002 fyri at taka sær av krígsbrotsverkum, brotsverk móti mannaættini og fólkadráp, leggur Putin undir at hava ábyrgdina fyri krígsbrotsverkum, sum eru framd undir krígnum í Ukraina.

Russiska stjórnin hevur fleiri ferðir víst aftur, at hon skal standa aftanfyri nøkrum krígsbrotsverkum og málrættaðum álopum á sivilfólk. 

– Russland viðurkennir ikki boðini hjá ICC

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at handtøkuboðini hjá ICC eru skammilig, og vísir hann á, at Russland ikki er limur í ICC og viðurkennir sostatt ikki dómstólin.

Hetta merkir, at Russland uttan avleiðingar kann nokta at útflýggja Putin, men at lond, sum er limir, kunnu handtaka Putin, um hann traðkar á teirra jørð, skrivar Ritzau.

Marija Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum sigur, at handtøkuboðini ongan týdning hava fyri Russland.

– Ein søgulig avgerð

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur tó, at avgerðin hjá dómstólinum er ein søgulig avgerð, og er hann sera takksamur fyri hana.

Eisini Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi, sigur seg fegnast um hana, og sigur hann, at eingin er hevjaður yvir lógina.

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur seg eisini fegnast um avgerðina, hóast USA ikki er limur í ICC. Sambært honum er tað púra greitt, at Putin hevur framt krígsbrotsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder