Vit standa yvirfyri einari átrokandi altjóða hungurskreppu, sum støðugt versnar, sigur nevndin í Altjóða Reyða Krossi, ICRC.
Tað er serliga í pørtum av Afrika og Miðeystri, at tað er trot á matvørum, sigur nevndin, ið nevnir at eitt nú 346 milliónir fólk í Afrika ikki hava nóg mikið av mati.
Hendan kreppan er ein avleiðing av vápnaðum stríði, politiskum ruðuleika, veðurlagsbroytingum og koronafarsóttini, og uttan samskipaðan insats, er vandi fyri, at tað endar við einari humaniterari kreppu, sum fer at kosta okkum ómetaliga dýrt, sigur nevndin sambært Ritzau.
Ein av orsøkunum til núverandi støðuna er kríggið í Ukraina. Í eitt nú Somalia kemur 90 prosent av hveitinum úr Ukraina og Russlandi. Afrika stendur eisini yvirfyri ringasta turkinum í 40 ár, og tað hevur gjørt støðuna uppaftur verri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald