Innanlands

Áltjóða sálarheilsudagur í Reinsarínum

Í sambandi við, at 10. oktober er Altjóða sálarheilsudagur, skipar Sinnisbati fyri tiltaki í Reinsarínum, har røður, sofaprát og annað verður á skránni – Í ár leggur Sinnisbati dent á skúlaaftran

Katrin Joensen-Næs fekk sálarheilsuvirðislønina á altjóða sálarheilsudegnum í fjør (Mynd: Sinnisbati)

Katrin Joensen-Næs fekk sálarheilsuvirðislønina á altjóða sálarheilsudegnum í fjør (Mynd: Sinnisbati)

2022-10-08 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skipar Sinnisbati fyri tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum er 10. oktober, og í ár verður dentur lagdur á skúlaaftran.

– Tað eru fleiri og fleiri børn og ung, sum aftra seg við at fara í skúla. Vit síggja trupulleikan bæði í Føroyum og uttanlanda. Tí vil Sinnisbati brúka Altjóða Sálarheilsudagin í ár til at varpa ljós á fyribrigdið skúlaaftran. Hvat er hetta fyri eitt fyribrigdi? Hvussu kemur skúlaaftran til sjóndar, og hvat gera vit við trupulleikan?

Tiltakið hjá Sinnibata, sum verður í Reinsarínum mánadagin klokkan 17, hevur eina fjørlbroytta skrá við røðum, uppleggum, sofaprátum og persónligum søgum, sum øll snúgva seg um skúlaaftran. Eisini verður ársins sálarheilsuvirðisløn handað.

Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu, hava gjørt eitt serliga gott arbeiði og/ella átak fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Tað hevur staðið øllum í boði at senda inn uppskot, og ein óheft dómsnevnd hevur valt útfrá innkomnu uppskotunum. Á Altjóða Sálarheilsudegnum verður so avdúkað, hvør hevur fingið heiðurin í ár, og tað er Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, sum kemur at handa virðislønina, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Skráin fyri tiltakið

  • 17.00: Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin.
  • 17.05: Petur Lamhauge, námslektari í sernámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur framløgu um skúlaaftran sum fyribrigdi, og hvat vit vita um trupulleikan.
  • 17.25: Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum: Hugsa vit atkomu til læring?
  • 17.50: Poula Patursson, mamma at gentu við skúlaaftran, greiðir frá persónligum upplivingum sum foreldur at barni, sum ikki megnar at koma í skúla.
  • 18.10: Tónleikur frá Lenu Anderssen & Niclas Johannesen, Tónleikur frá Niclas Hera Jákupsson.
  • 18.25: Steðgur
  • 18.40: Sofaprát verður við formannin í Føroya lærarafelag, skúlastjóran á Skúlanum á Fløtum, skúlastjóran á Skúlanum á Argjahamri og varaskúlastjóran á Skúlanum við Løkin.
  • 19.10: Sólvit E. Nolsø handar Ársins Sálarheilsuvirðisløn.
  • 19.15: Sinnisbati Ung vísir stuttfilm, og hevur sofaprát við leiðaran av lestrarvegleiðingini og næmingar á Glasir.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder