Uttanlands

WHO ávarar um trot á maskum og verjubúnum

Sambært WHO, er orsøkin, at fólk brúka útgerðina í støðum, har tað ikki er neyðugt, og eigur mann at tryggja, at trygdarútgerðin fer til fólk í økjum, har tørvurin er størstur

(Savnsmynd/EPA)

(Savnsmynd/EPA)

2020-02-08 12:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða trot á maskum og verjubúnum forðar stríðnum móti coronavirusið.

Tað sigur stjórin í Heimsheilsustovninum WHO, Tedros Ghebreyesus.

Sambært WHO er skeivt brúk av útgerðini orsøkin. Talan er serliga um maskur, sum fólk hava ognað sær, hóast tey ikki hava tætt samband við smittuna, sum eitt nú heilsustarvsfólk, sum viðgera sjúklingar, ið hava fingið staðfest coronavirus.

Ghebreyesus heitir á øll lond um ikki at goyma maskur og verjubúnar, sum Kina hevur stóran tørv á í løtuni. Eisini takkar hann fyritøkur, sum hava tikið avgerð um at veita maskur til fólk, ið starvast á heilsuøkinum.

Sambært WHO er veitingin av nýggjari trygdarútgerð seinkað í 4-6 mánaðar. Eftirspurningurin er upp móti hundrað ferðir so stórur sum vanligt, og prísurin 20 ferðir hægri.

Metingin hjá WHO er, sambært Ritzau, at heilsu- og trygdarstarvsfólk í teimum økjum, sum eru harðast rakt av coronavirusinum, fáa brúk fyri millum sjey og tíggju prosent av heimsins nøgd av maskum.

– Nøgdin av persónligari trygdarútgerð er avmarkað, og vit noyðast at tryggja okkum, at útgerðin fer til tey fólkini, sum hava mest tørv á tí, í teimum økjum, har tørvurin er størstur, sigur Ghebreyesus.

Í WHO vísa tey eisini á, at maskur ikki altíð kunnu forða fyri, at ein ikki verður smittaður. Tó er tað umráðandi, at fólk, sum longu eru smittað, fáa masku, so tey ikki smitta onnur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder