Innanlands

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár: Stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum 21. september

Ráðstevna, har millum annað bókaframløga, verður á skránni. Felagið hevur síðani 2001 verið ein týðandi rødd hjá fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi.

Tað var Sigrun Mohr, ið tók stig til at stovna felagið. Hon gjørdist avvarðandi og upplivdi, at nærum eingin kunning var at finna um sjúkuna. Hetta gjørdist byrjanin til eitt felag, sum í dag hevur stóran týdning fyri nógv fólk kring landi

Tað var Sigrun Mohr, ið tók stig til at stovna felagið. Hon gjørdist avvarðandi og upplivdi, at nærum eingin kunning var at finna um sjúkuna. Hetta gjørdist byrjanin til eitt felag, sum í dag hevur stóran týdning fyri nógv fólk kring landi

2026-09-17 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alzheimerfelagið: Í ár eru liðin 25 ár síðani Alzheimerfelagið varð stovnað. Hesi árini hevur felagið verið ein týðandi rødd hjá fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi, og nógv er hent síðan byrjanina, tá vitanin um sjúkuna var avmarkað í Føroyum.

25 ára dagurin verður hátíðarhildin við stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Eisini verður ein spennandi bókaútgáva løgd fram á degnum, sum varpar ljós á søguna hjá felagnum, upprunan og tey fólk, sum løgdu lunnar undir arbeiðið.

Tað var Sigrun Mohr, ið tók stig til at stovna felagið. Hon gjørdist avvarðandi og upplivdi, at nærum eingin kunning var at finna um sjúkuna. Hetta gjørdist byrjanin til eitt felag, sum í dag hevur stóran týdning fyri nógv fólk kring landið.

Endamálið hjá Alzheimerfelagnum hevur frá fyrsta degi verið, at arbeiða fyri betri korum hjá fólki við demenssjúku og teimum avvarðandi. Felagið arbeiðir fyri at økja um kunnleikan til demenssjúkur, skapa størri fatan av hvørjar avbjóðingarnar eru, og at tryggja, at fólk, ið verða rakt og teirra avvarðandi fáa kunning og hjálp.

Gjøgnum árini hevur felagið ment fleiri týðandi tilboð. Eitt nú verður skipað fyri avvarðandibólkum á hvørjum ári, har fólk kunnu hitta onnur í somu støðu, deila royndir og fáa stuðul. Somuleiðis rekur Alzheimerfelagið eina demenslinju, har fólk kunnu venda sær við spurningum og fáa vegleiðing. Harumframt skipar felagið javnan fyri tiltøkum, fyrilestrum og kunningarátøkum, sum varpa ljós á demenssjúkur og tørv í hesum sambandi.

Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá felagnum er eisini at ávirka á politiskum støði, fyri at demensøkið skal fáa neyðuga raðfesting, og at myndugleikarnir skapa karmar, tænastur og stuðulsskipanir.

Tá felagið á altjóða Alzheimerdegnum 21. september fer at hátíðarhalda 25 ára dagin, er tað samstundis ein heiðran av teimum mongu sjálvbodnu, limum, avvarðandi og fakfólkum, sum hava verið við til at bera arbeiðið fram.

Dagurin er tó ikki bert ein hátíðarløta, men eisini ein møguleiki at seta sjóneykuna á tær avbjóðingar, sum framvegis eru á økinum, og arbeiðið, sum enn er fyri framman. Tí tørvur er framvegis á eini sterkari rødd fyri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder