2020-12-31 10:10

Í gjár, mikudagin 30. desember, varð nýggja bygdaráðið í Fugloyar kommunu skipað.
Á kommunuvalinum í november vórðu Símun Gullaksen, Amalia í Frammistovu, og Marit Fríða Christiansen vald í bygdaráðið, og greitt er nú, at Amalia í Frammistovu heldur fram í borgarstjórasessinum.
Varaborgarstjóri verður Marit Fríða Christiansen.
Triði bygdaráðslimurin, Símun Gullaksen, varð annars, við 13 atkvøðum, toppskorarin á valinum í kommununi. Amalia í Frammistovu fekk 11 atkvøður, og Marit Fríða Christiansen fekk sjey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald