2019-01-24 12:08
Amerikanska Amanda Knox gjørdist víðakend, tá hon í 2007 varð ákærd fyri at hava dripið bretksu vinkonu sína, tá hesar vóru í Italia. Allur heimurin fylgdi við rættarsakini, sum endaði við, at Amanda í 2015 varð fríkend.
Nú skulu italsku myndugleikarnir rinda Amanda Knox 78.000 kr. í endurgjaldi fyri alla sakina, umframt at rinda allan sakarmálskostnaðin, sum er 60.000 kr.
Hetta eru boðini frá Evropeiska Mannarættindadómstólinum, sum segði dóm í hesum í dag.
Amanda Knox skal hava endurgjald, tí at italska løgreglan gjørdi fleiri mistøk, tá Amanda varð avhoyrd í 2007.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald