Mentan

Amariel og Øssur hava framsýning í Odense

Framsýningin er partur av Flaggsiglingini, sum byrjaði í Odense í gjár

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-24 14:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag lat framsýning upp við Øssur Mohr og Amariel Norðoy í Norðatlantiskahúsinum í Odense. Hetta er partur av Flaggsiglingini, sum byrjaði í Odense í gjár.

Kirsten Mærsk, stjóri í Norðatlantiskahúsinum beyð vælkomin og gav síðani orðið víðari til Jógvan Skorheim, borgarstjóra, sum setti framsýningina. Væl av fólki var komið saman til høvið, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Framsýningin hongur uppi fram til 28. juli 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder