Fyrst í oktober 2017 byrjaðu teir báðir táverandi Oyrasundsbúgvarnir við einum føroyskum poddvarpi, har ymisk føroysk viðurskfti og tíðindi verða viðgjørd við heldur "skeivum vinklum".
Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen spæla klipp, flenna eftir og prika alt frá politikkarum og fyritøkum til ítróttarfólk og ymiskar sendingar. Føroyskir Facebook-bólkar og ymiskar uppskriftir koma eisini undir luppin Nógvar "typur" eru, og nógv prógv eru um, at "Føroyar er liðugt". Tað mesta verður borið fram "við einum glógvan í eygunum"
Teir báðir havnarmenninir vóru lesandi fyri sjey árum síðani, og í tíðini saman í Danmark kom poddurin regluliga út. Hann gjørdist eisini skjótt kendir.
Seinastu árini hevur verið longur millum poddarnir, men nú er nummar 61 í røðini úti.
- Føroysk ferðafólk eru ikki stigmatiserað, bara tí tey bíða nakrar tímar í Kastrup Lufthavn. Tað er IKKI Guadalajara, tit!
- Vit eru í parti við Gerhard Lognberg og siga nei til hagtalsfundamentalismu í hesum kommunukanningunum, sum eru farnar for langt.
Hetta eru nøkur ting, sum verða tikin upp. Annars er onkur upprskrift og so verða millum annað fleiri viðurskifti í Klaksvík vend.
Partur 61 av Amatrøoyum kann millum annað hoyrast á Soundcloud
Hetta er bert annar poddurin hjá Bjarna og Jóan Paula síðani á ólavsøku í 2022, tá teir høvdu ein av sínum beinleiðis sendingum. Ein annar kom út fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald