placeholder
Innanlands

Amatøroyar er aftur - hesaferð úr Argentina

Teir báðir vertirnir viðgera, flenna og ivast í hvønn og hvat teir skulu "vera við uppá". Hoyr nýggjasta poddin her

Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen beinleiðis á G! Festivalinum (Mynd: Olaf Olsen)

Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen beinleiðis á G! Festivalinum (Mynd: Olaf Olsen)

2020-02-07 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggi poddurin er nummar 27 í røðini. Áður hava teir báðir Jóan Pauli Jakobsen og Bjarni Arge tikið upp á Oyrasundskollegiinum, men eisini verið á ferð í Keypmannahavn og Reykjavík og sent beinleiðis á G! festivalinum og í Reinsaríinum frammanfyri einari áskoðarafjøld.

Nú er tað í Argentina, at Bjarni og Jóan Pauli sita og viðgera, flenna og ivast í hvønn og hvat, teir skulu "verða við uppá". Poddurin ber heitið: "Corona virus, Heini í Skorini, Heimafriður". Nógv annað verður tó tikið upp teir áleið 90 minuttirnar.

Í oktober 2017 løgdu teir sín fyrsta podd út. Tveir havnarmenn í seinnu helvt av 20'unum, ið vóru búsitandi í Keypmannahavn, í gongd við at gera sín lesnað lidnan.

Í serstaka podcastinum eru føroyingarnir frískligir, frekir og braneggjaðir. Teir viðgera í poddunum, ið vanligt eru áleið ein tíma í longd, ymiskt viðurskifti í samfelagnum (serliga tí føroyska) á ein øðrvísi hátt, har teir ikki ikki eru bangnir fyri at siga sína hugsan. Eisini taka teir Facebook-bólkar o.a upp, og Amatøroyar hevur yvir 3.400 fylgjarar á júst Facebook - yvir 4.600 á Instagram.

Seinast Amatøroyar gjørdu ein podd var í samband við Løgtingsvali. Seinastu fimm mánaðirnar hevur verið friður, men nú eru Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen aftur við fullum útblástri. 

Tað serstaka hesaferð er, at hann er upptikin í Argentina. Har er Jóan Pauli í løtuni búsitandi. Hann hevur áður arbeitt fyri Javnaðarflokkin á Fòlkatingi. Hann er eisini kendur sum fótbóltsmálverjin, ið við fleiri stórbjarginum helt nullið fyri U21-landsliðið í frálíka 1-0 sigrinum á Russlandi í Gundadali í 2009.

Bjarni Arge stóð aftanfyri Facebook-síðuna, Føroyaportalurin, har hann fangaði nøkur stuttlig video- og ljóðbrot og legði eitt sindur av vinkli á. Hesin leisturin er eisini nógv nýttur í Amatøroyar. Bjarni flutti til Føroyar í fjør og er nú samskiftisráðgevi hjá Betri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder