Best umtókti poddurin í landinum er uttan iva Amatøroyar við Bjarna Arge og Jóan Paula Jakobsen. Higartil hava partarnir ligið tøkir ókeypis á Soundcloud, men framyvir má ein hava hald fyri at hoyra skemtiligu viðmerkingarnar um føroyingar og Føroya land annars.
- Vit eru í holt við eitt øgiliga ivasamt virksemi beint nú. Tí vit hava flutt allar poddarnar aftanfyri ein múr. Ein gjaldsvegg. Tað er tí, at í trý ár hava vit gjørt poddar, og í trý ár hava fólk lurtað.
- Okkara dreymur er at gera poddar regluliga, og fáa eitt sindur meira tíð til hetta her. Og tað hevur altso við sær, at vit royna at fáa eina fyritøku upp at koyra her, sigur Bjarni Arge, ein av vertunum, í einari lýsing, sum teir hava lagt á sín Soundcloud brúkara í kvøld.
Poddarnir eru lagdir á eina síðu við navninum Patreon, har til ber at tekna sær hald fyri fimm dollarar, umleið 30 danskar krónur, og har verða nýggir partar eisini tøkir so hvørt. Teir báðir eru sum altíð kreativir, og við at tekna sær hald gerst man “Amatøroyingur”.
Teir báðir siga, at teir ætla at geva tíggju prosent av pengunum, sum koma inn, til vælgerandi endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald